Ongin heimild at krevja talgilt samskifti


Í farnu viku kunnaði Tórshavnar kommuna um, at í staðin fyri at skriva seg upp á ein bíðilista til dagstovnapláss, skulu foreldur eftir 1. oktober 2018 sjálvi bóka sær ansingarpláss í eini talgildari skipan.

Umboðsmaðurin spurdi Tórshavnar kommunu, hvørja heimild hon hevur at krevja, at foreldur skulu stovna Mínlykil, skráseta seg í Mínboks og skulu móttaka post frá kommununi í talgildum formi.

Sí skrivið frá umboðsmanninum til Tórshavnar kommunu her

 

Umboðsmaðurin vísti samstundis á, at hann í tveimum øðrum førum hevur viðgjørt klagur, sum snúgva seg um krøv til borgaran í sambandi við, at lagt verður um til talgildar skipanir. Annað málið snúði seg um, at lesandi skuldu søkja lestrarstuðul umvegis Mínboks, og hin snúði seg um, at lønarseðlar hjá alment settum starvsfólkum einans fóru at verða sendir í Mínboks. Niðurstøðurnar hjá umboðsmanninum í teimum málunum kunnu lesast her:

Klaga um talgildar umsóknir um lestrarstuðul

 

Klaga um talgildar lønarseðlar

 

Samanumtikið vísti umboðsmaðurin í niðurstøðum sínum á, at:

- Borgarin ger í útgangsstøðinum sjálvur av, hvussu hann vendir sær til ein almennan myndugleika.

- Tað krevur serstaka heimild at krevja, at borgarin skal samskifta talgilt við almennar myndugleikar.

- Almennir myndugleikar hava ábyrgdina av at tryggja, at stig, sum verða tikin í sambandi við talgilda fyrisiting, eru lóglig, og at talgildu skipanirnar gera tað møguligt hjá myndugleikunum at halda galdandi lógarkrøv.

- Reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur eru galdandi, sama um málsviðgerðin er manuell ella talgild.

- Tørvur er á yvirskipaðum lóggávutiltøkum, um myndugleikar skulu kunna krevja, at borgarar skráseta seg í talgildar samskiftisskipanir, sum fevna um samskifti við allar myndugleikar og privat virki, sum eru ella verða skrásett í skipanini.

Tórshavnar kommuna hevur ásannað, at hon hevur ikki heimild at krevja, at foreldur skuldu stovna Mínlykil, skráseta seg í Mínboks og skulu móttaka post frá kommununi í talgildum formi. Tórshavnar kommuna hevur somuleiðis boðað frá, at onnur mannagongd verður sett í verk fyri tey, sum ikki nýta talgildu skipanina.

Sí skrivið frá Tórshavnar kommunu her (LUM 18/00094)