Álit viðv. klagu um vantandi innlit í eitt fylgiskjal til eina klagu, sum var send Mentamálaráðnum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Mentamálaráðið sýtti einum klagara innlit í eina frágreiðing, sum 3 journalistar høvdu sent ráðnum, tá teir klagaðu viðgerðina hjá Kringvarpsstýrinum av einum máli viðvíkjandi kringvarpsstjóranum. Mentamálaráðið metti frágreiðingina vera eitt innanhýsis skjal hjá Kringvarpi Føroya, sum kundi undantakast rættinum til innlit eftir § 7 í innlitslógini. Hetta grundaði ráðið á, at frágreiðingin upprunaliga var at meta sum eitt innanhýsis skjal hjá Kringvarpi Føroya. Mentamálaráðið metti somuleiðis innanhýsis skjøl hjá einum myndugleika varðveita sítt eyðkenni sum innanhýsis, hóast tey verða send einum yvirskipaðum myndugleika í sambandi við eina kæruviðgerð.

Umboðsmaðurin var samdur við Mentamálaráðið í, at frágreiðingin upprunaliga var eitt innanhýsis skjal hjá Kringvarpi Føroya, men tá journalistarnir sendu Mentamálaráðnum frágreiðingina, kundi ikki vera talan um eitt innanhýsis skjal hjá nøkrum myndugleika, sum innlit kundi sýtast í sambært § 7 í innlitslógini. Umboðsmaðurin vísti somuleiðis á, at innanhýsis skjøl í høvuðsheitum bert varðveita sítt eyðkenni sum innanhýsis, tá talan er um kæru av avgerð um at sýta innlit, men ikki tá talan er um kæru av fyrisitingarligum avgerðum sum heild.  Umboðsmaðurin heitti á Mentamálaráðið um at taka viðgerðina av innlitsáheitanini uppaftur og lata seg frætta úrslitið av viðgerðini. (LUM 18/00031)

Álitið kann lesast her