Skriv viðvíkjandi klagu um Almannaverkið


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt ein klagu um seina, óproffesionella og manglandi málsviðgerð hjá Almannaverkinum. Umboðsmaðurin helt, at Almannaverkið átti at havt boðað klagaranum frá, tá ein tíðaravmarkað játtan um forsorg varð endurmett og longd. Umboðsmaðurin gav Almannaverkinum eina átalu fyri ikki at hava kunnað klagaran um grundina fyri, at forsorgarveiting ikki varð útgoldin, og fyri at umsókn um trivnaðartænastu hevði ligið óviðgjørd hjá Almannaverkinum í 4 mánaðir. (LUM 18/00035)
 
Skrivið kann lesast her