Álit viðv. innliti í innanhýsis skjøl, sum eru latin kanningarstjóra


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at innlit ikki varð latið í innanhýsis skjøl hjá Fiskimálaráðnum, sum vóru latin einum kanningarstjóra.
 
Í § 7 í lógini um alment innlit er ásett, at rætturin til skjalainnlit ikki fevnir um innanhýsis arbeiðsskjøl. Verða skjølini send øðrum myndugleika ella latin øðrum uttanfyri myndugleikan, missa skjølini í flestu førum eyðkenni sum innanhýsis skjøl. Innlit kann tískil sum meginregla ikki longur sýtast í skjølini við heimild í § 7, men møguliga heilt ella partvís við heimild í øðrum ásetingum í lógini.
 
Vísandi til serligu eyðkennini hjá kanningarstjóranum helt umboðsmaðurin mest tala fyri, at innanhýsis skjølini, á sama hátt sum tá innanhýsis skjøl verða latin umboðsmanninum, ikki høvdu mist innanhýsis eyðkenni, tá tey vórðu latin kanningarstjóranum.
 
Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at skjølini høvdu mist eyðkenni sum innanhýsis skjøl við at brot varð lisið upp úr einum innanhýsis uppriti á einum fundi, skipaður av kanningarstjóranum í desember 2017, sum almenningurin hevði atgongd til.
 
Av tí, at umboðsmaðurin ikki helt niðurstøðuna vera púra ivaleysa, mælti umboðsmaðurin samsvarandi § 12, stk. 1 í umboðsmanslógini løgmanni og Løgtinginum til at regulera arbeiðsháttin hjá kanningarstjórum nærri, herundir taka støðu til, hvørja støðu innanhýsis skjøl, sum verða latin einum kanningarstjóra, skulu hava. (LUM 17/00094)
Álitið kann lesast her