Skriv viðvíkjandi eini klagu um kæruviðgerðina hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um kæruviðgerðina hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum í samband við eitt mál um, at Umhvørvisstovan hevði givið loyvi til at leggja aliringar út fyri Víkar í Vágum, uttan at nøkur umhvørvisgóðkenning varð lýst alment.
Undir kæruviðgerðini lýsti Umhvørvisstovan umhvørvisgóðkenningina.
Klagarin fekk onga móttøkuváttan fyri kæruna, og hóast klagarin rykti eftir svari, og ráðið lovaði at seta seg í samband við klagaran, fekk klagarin ikki svar uppá kæruna, fyrr enn hann hevði klagað Heilsu- og innlendismálaráðið til umboðsmannin.
Umboðsmaðurin gav Heilsu- og innlendismálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum ( LUM 18/00020)

Skrivið kann lesast her