Álit viðvíkjandi klagu um rættin til eftirløn sum landsstýrismaður við 60 ára aldur


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu, um ein fyrrverandi landsstýrismaður leyk treytirnar fyri at fáa eftirløn við 60 ára aldur. Landsstýrislønarlógin § 3, stk. 2, 1. pkt. ásetir, at fyrrverandi landsstýrismaður hevur rætt til eftirløn við 60 ára aldur, um aldurin á landsstýrismanninum og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans er í minsta lagi 95 ár. Klagarin og Løgmansskrivstovan vóru ósamd um, nær fráfaringaraldurin skuldi roknast frá, og um tíðin í Løgtinginum, aftaná at klagarin var farin frá sum landsstýrismaður, skuldi telja við í samlaðu uppgerðini av rættinum til eftirløn við 60 ára aldur.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til, at Løgmansskrivstovan tulkaði fráfaringaraldur til at vera aldurin á landsstýrismanninum, tá hann á seinasta sinni legði frá sær sum landsstýrismaður. Umboðsmaðurin helt tað hinvegin, grundað á orðaljóðið í § 3, stk. 2, 1. pkt., ikki vera grundarlag fyri at tulka ásetingina avmarkandi og ikki taka tíðina í Løgtinginum, eftir at klagarin var farin frá sum landsstýrismaður, við í útrokningargrundarlagið. Ein uppgerð av aldrinum á klagaranum, tá hann gavst sum landsstýrismaður, og tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum til samans, kundi tí  hava við sær, at klagarin hevði rætt til eftirløn sum landsstýrismaður við 60 ára aldur. Umboðsmaðurin heitti tí á Løgmansskrivstovuna um at taka málið upp til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. (LUM 17/00062)
Álitið kann lesast her