Skriv viðvíkjandi klagu um, at VEKS ikki rættaði seg eftir eini avgerð hjá kærunevndini í almanna- og heilsumálum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at VEKS ikki hevði rættað seg eftir eini avgerð hjá kærunevndini í almanna- og heilsumálum. VEKS hevði sýtt klagaranum samsýning fyri at ansa konu síni heima við teirri grundgeving, at kona klagarans fekk heimahjálp. Kærunevndin helt avgerðina vera skeiva og tók avgerð um, at klagarin hevði rætt til ansingarsamsýning upp á áleið 60.000 kr.

Ansingarsamsýningin varð ikki útgoldin klagaranum fyrr enn knappar fimm mánaðir eftir, at kærunevndin tók avgerð í málinum. Tá var málið bæði klagað til umboðsmannin og stevning latin rættinum.

Umboðsmaðurin vísti á, at VEKS hevði skyldu at akta avgerðina hjá kærunevndini, at klagarin við avgerðini hjá kærunevndini fekk eitt rættarkrav upp á at fáa ansingarsamsýningina útgoldna skjótast gjørligt, og at VEKS hevði skyldu til at útgjalda ansingarsamsýningina uttan óneyðugt drál.

Hóast drúgva avgreiðslutíðin partvís skyldaðist umberandi umstøður, helt umboðsmaðurin tað als ikki vera nøktandi, at ansingarsamsýningin ikki varð útgoldin klagaranum fyrr enn knappar fimm mánaðir eftir, at kærunevndin tók avgerð í málinum. Umboðsmaðurin fýltist eisini á, at tað var neyðugt at senda VEKS tvær áminningar fyri at fáa eina frágreiðing um málið, og at tað tók VEKS meira enn tveir mánaðir at senda umboðsmanninum skjølini í málinum. Umboðsmaðurin gav VEKS eina átalu fyri handfaringina av málinum (LUM 17/00068)

Skrivið kann lesast her