Álit viðvíkjandi klagu um at Búnaðargrunnurin hevur sýtt umsøkjara partsinnlit


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Búnaðargrunnurin sýtti einum umsøkjara um fígging partsinnlit við teirri grundgeving, at talan var um eitt privatrættarligt mál. Hesum var umboðsmaðurin ikki samdur við grunnin í, tí mál um láns- ella stuðulsveitingar úr Búnaðargrunninum eru lógarreguleraðar fyrisitingarligar avgerðir. Umboðsmaðurin heitti tí á Búnaðargrunnin um at viðgera innlitsáheitanir klagarans av nýggjum og taka støði í, at klagarin hevði biðið um partsinnlit í mál, sum eru fevnd av fyrisitingarlógini.

Umboðsmaðurin hevur áður staðfest, at Búnaðargrunnurin er at meta sum ein partur av almennu fyrisitingini, og stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur tikið hetta til eftirtektar. Hóast hetta helt umboðsmaðurin handfaringina av málunum benda á, at Búnaðargrunnurin ikki tyktist vera greiður um formligu støðu grunsins, og hvørjar reglur galda fyri virksemið hjá grunninum. Umboðsmaðurin sendi tískil eisini stýrinum fyri Búnaðargrunnin og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum niðurstøðu sína í málinum (LUM 17/00040).

Álitið kann lesast her