Álit viðv. klagu um forboð ímóti at úttala seg um framhaldsdeild í einum skúla


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um boðini, sum Mentamálaráðið gav einum skúlastjóra, um ikki at úttala seg í einum máli um at seta á stovn framhaldsdeild í skúlanum.
 
Umboðsmaðurin metti, at skúlastjórin ikki hevði úttalað seg sum privatpersónur í hesum máli. Boðini frá Mentamálaráðnum skuldu tí ikki viðgerast sum ein spurningur um brot á talufrælsi hjá almennum settum starvsfólki, men sum ein spurningur um boðini vóru innan fyri karmarnar av leiðslurættinum, og um avgerðin varð tikin við atliti at vanligum fyrisitingarligum grundreglum.
 
Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at boðini frá Mentamálaráðnum ikki vóru saklig og ikki stóðu mát við ítøkiligu støðuna í málinum. Av tí at útsagnirnar hjá skúlastjóranum ikki høvdu fingið nakra starvsfólkaliga fylgju, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið. (LUM 16/00118)

Álitið kann lesast her