Skyldan hjá Taks at fylgja eini kæruavgerð


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Taks ikki fylgdi eini avgerð frá einari kommunalari skattakærunevnd. Hóast Taks metti avgerðina vera skeiva, hevði Taks ikki kært hesa til Skatta- og avgjaldskærunevndina, men helt fast í sína upprunaligu avgerð. Ikki fyrr enn umboðsmaðurin kom inn í málið, valdi Taks at fylgja avgerðini frá kommunalu skattakærunevndini. Umboðsmaðurin gav Taks eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 17/00026)
Álitið kann lesast her