Uppfylging viðv. klagu um setan av leiðara fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu


Landsstýriskvinnan hevur við skrivi, dagfest 23. november 2016, boðað umboðsmanninum frá, at hon hevur ikki heimild til at taka nøkur stig yvir fyri stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, og at hon fer at taka stig til at broyta lógina um kommunal samstørv til tess at fáa somu eftirlitsheimildir yvir fyri kommunalu samstøvunum innan heimatænastu, eldrarøkt v.m. sum yvir fyri einstøku kommununum sambært kommunustýrislógini.

Skrivið frá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

Í áliti, dagfest 30. juni í ár, heitti umboðsmaðurin á stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu um at taka málið um setan av leiðara fyri Økistænastuna til nýggja viðgerð. Orsøkin var, at fleiri grundleggjandi feilir vóru gjørdir í málinum.

Álitið kann lesast her.

Umboðsmaðurin metti seg eftir nýggju viðgerðina framvegis ikki hava møguleika at viðgera, um stýrið tók viðkomandi og saklig atlit í sambandi við starvssetanina. Haraftrat metti umboðsmaðurin grundgevingarnar til klagararnar í tí eina førinum ikki vera nøktandi og í hinum førinum ósakliga.

Tann 11. oktober 2016 mælti umboðsmaðurin tískil landsstýriskvinnuni í kommunumálum til at viðgera niðurstøðurnar hjá umboðsmanninum og lata seg frætta, hvørji stig niðurstøðurnar geva orsøk til at taka í hesum máli.

Skrivið til landsstýriskvinnuna kann lesast her

Umboðsmaðurin hevur 25. november 2016 boðað klagaranum frá, at umboðsmaðurin heldur fast við niðurstøðurnar um, at álvarslig brek vóru við viðgerðini, at eftirfylgjandi frágreiðingarnar ikki vóru nøktandi, og at grundgevingin til klagararnar ikki var ávikavist nøktandi ella saklig.

Skrivið til klagararnar kann lesast her.

Løgtingið, løgmaður og stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu eru samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini kunnað um málið. (LUM 16/00024)